Vælkomin á heimasíðuna hjá NJC

Uppgávan hjá Nordisk Journalistcenter (NJC) er at skapa og halda uppi áhuganum í fjølmiðlunum fyri norðurlendskum einleika og mentanarligum felagsskapi. NJC setir journalistfaklig, politisk, búskaparlig, sosial og mentanarlig evni í norðurlendskt høpi.

Tí skipa vit fyri skeiðum, seminarum og øðrum førleikagevandi tiltøkum, sum verða boðin journalistum í Svøríki, Noregi, Danmark, Finnlandi og Íslandi eins og Grønlandi, Føroyum og Álandi.

Í virksemi okkara samskifta vit mest møguligt á norðurlendskum máli. So hóast hesin inngangur er umsettur til finskt, íslendskt, grønlendskt og føroyskt, er neyðugt at duga svenskt, norskt og danskt hampiliga væl fyri at fáa sum mest burtur úr einum NJC-skeiði. Roynt verður nevniliga at halda øll skeið á norðurlendskum – í nøkrum førum nevna vit tað “blandinaviskt”, tí NJC leggur øllum fyrilestrarhaldarum og skeiðsleiðarum eina við at tosa skilliga og at brúka lánorð frá norðurlendskum grannamálum.

Vit halda tað hava stóran týdning, at skeiðsluttakararnir sjálvir eru virknir sínámillum málsliga, tí skeið okkara verða til við ynski um, at norðurlendskir journalistar tosa saman, læra hvør av øðrum og skapa nýggj sambond, har til ber at geva frá sær vitan. Endamálið er at víðka og varðveita eina kjarnu av fjølmiðlafólki, sum hevur serligar fortreytir at síggja Norðurlond sum eina mentanarliga og politiska eind, og sum í hesum høpi er før fyri at síggja pláss Norðurlanda í Evropa og í altjóðagerðini.

NJC er ein verkætlan undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum í tíðarskeiðnum 2007-2009 er undir leiðslu av Update – Miðstøð fyri journalistiska førleikamenning. Update heldur til á Fjølmiðla- og Journalistháskúla Danmarkar í Århus, men skeið og seminar hjá NJC kunnu í grundini vera um allan heim, har norðurlendsk sjónarhorn hava týdning.

Oprettet 5-5-2008 15:34 · Sidst ændret 3-9-2008 20:40
Nordisk Journalistcenter
UPDATE - Center for journalistisk kompetenceudvikling
Olof Palmes Allé 11
DK-8200 Århus N

Telefon: +45 89 44 05 50
Telefax: +45 86 16 19 88
E-post:
Abonnér på nyhedsbrevet: